logo

Ítróttur- og heilsa.

3 ár

Á Tøknibreytini á TSK er ein útbúgvingarleið í kallast Ítróttar- og heilsuleið, og er serliga ætla teimum sum hava áhuga fyri ítrótti og heilsu.

Hevur tú nógva orku, og dámar tær væl at íðka ítrótt? Ert tú hugtikin av, hvussu kroppurin virkar, og dámar tær at mála blóðrensl og lungnakapasitet? So er ítróttar- og heilsuleiðin heilt sikkurt nakað fyri teg. 

Ítróttar- og heilsuleiðin leggur dent á eina náttúruvísindaliga og dátukunnandi tilgongd til kropp og heilsu. Tann biotøkniliga tilgongdin er fyri teg, sum haraftrat vilt vita meira um kroppin og vilt hava eina verkliga og ástøðiliga tilgongd til kropp og heilsu.   

Lestrarleið: Biotøkni A og Ítróttur B.

Tøknibreytin er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á Tøknibreytini royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, soleiðis at hann seinni verður tær til fyrimunar.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru vanligar á Tøknibreytini.

Undirvísing

Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum, har tú roynir skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar.

Samanhald

Á Tøknibreytini verður ymiskt gjørt fyri at gera samanhaldið so gott sum gjørligt. Millum annað útferðir, har fyrstaársnæmingarnir gista onkustaðni í Føroyum, har tað verður spælt, kappast, gjørt mat o.s.fr.

Triðjaársnæmingarnir á Tøknibreytini fara á námsferð uttanlands, har teir hugna sær saman og gera ymiskt fakligt.

Framtíðar møguleikar

Møguleikarnir við einum gymnasialum tøkniprógvi eru nógvir. Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla sær at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, læknavísindi, miðlar o.a.. Við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.

Lærarar.