logo

Føðsluhjálpari.

1 ½ ár

Útbúgvingin til føðsluhjálpara (ernæringshjælper) tekur 1½ ár. Skúlagongd fer fram á TSK.

Føðsluhjálparaútbúgvingin (1. og 2. skúlaskeið) kann takast á TSK. Føðsluatstøðingaútbúgvingin (3. og 4. skúlaskeið) kann takast á donskum skúla.

  • 1. Skúlaskeið er 20 vikur. Skeiðið endar við próvtøku
  • 2. Skúlaskeið er 20 vikur, og er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við próvtøku.
  • Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd.
  • Lærutíðin eftir 2. skúlaskeið til føðsluhjálpara er 38 vikur. Lærutíðin er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, og av hesum eru 2 vikur eftirmeting á skúlanum.
    Bygnaður av matvøruútbúgvingini

    Allir næmingar byrja fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar. Her læra næmingarnir breitt innan matvøruøki. Umframt ymsar verkligar lærugreinir í køkinum, eru eisini ástøðiligar og almennar lærugreinir. Tær almennu lærugreinirnar eru føroyskt og náttúrulæra á E-stigi. Eisini eru samfelagslæra, heilsulæra, kostfrøði, føðslufrøði, reinføri og søla og tænasta ein partur av skúlagongdini.

    Eftir 1. skúlaskeið fara næmingarnir 10 vikur í starvsvenjing. Teir sum útbúgva seg til føðsluhjálpara og føðsluatstøðara fara í starvsvenjing í eini kantinu, einum stórkøki ella á einum sjúkrahúsi, og teir sum útbúgva seg til kokkar ella kokkahjálpara fara í starvsvenjing á eini matstovu. Eftir starvsvenjingina koma næmingarnir aftur í skúla í 10 vikur.

    Eftir lokna próvtøku á 2. skúlaskeiði kunnu næmingarnir fara í læru sum kokkar, kokkahjálparar, føðsluhjálparar, føðsluatstøðingar ella í yrkisútbúgving innan matvøru.

    Tey, ið vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi.

    Samstarvsavtala við EUC Nord

    Skúlin hevur gjørt samstarvsavtalu við EUC Nord í Hjørring, sum tryggjar, at støðið og útbúgvingin verða dagførd.

    Ársæltan

    Útbúgvingin byrjar í august við 1. skúlaskeiði, sum endar við próvtøku seint í januar. Freistin at søkja inn á Matvøruútbúgvingina er á hvørjum ári 15. mars eins og til aðrar miðnámsútbúgvingar.

    Sí tíðarætlanina her

    Upptøkukrav

    Lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk) við nóg góðum úrsliti. Fyrimunir eru um umsøkjarin hevur royndir innan matyrki.

Lærarar.