Kokkahjálpari.
Útbúgvingin til kokkahjálpara tekur 1½ ár. Skúlagongdin fer fram á TSK.
- Skúlaskeið er 20 vikur, og skeiðið endar við próvtøku.
- Skúlaskeið er 20 vikur, og er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við próvtøku.
- Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd.
- Lærutíðin eftir 2. skúlaskeið til kokkahjálpara er 38 vikur. Lærutíðin er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, og av hesum eru 2 vikur próvtøka á skúlanum.
Bygnaður av matvøruútbúgvingini
Allir næmingar byrja fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar. Her læra næmingarnir breitt innan matvøruøki. Umframt ymsar verkligar lærugreinir í køkinum, eru eisini ástøðiligar og almennar lærugreinir. Tær almennu lærugreinirnar eru føroyskt og náttúrulæra á E-stigi. Eisini eru samfelagslæra, heilsulæra, kostfrøði, føðslufrøði, reinføri og søla og tænasta ein partur av skúlagongdini.
Eftir 1. skúlaskeið fara næmingarnir 10 vikur í starvsvenjing. Teir sum útbúgva seg til føðsluhjálpara og føðsluatstøðara fara í starvsvenjing í eini kantinu, einum stórkøki ella á einum sjúkrahúsi, og teir sum útbúgva seg til kokk ella kokkahjálpara fara í starvsvenjing á eini matstovu. Eftir starvsvenjingina koma næmingarnir aftur í skúla í 10 vikur.
Eftir lokna próvtøku á 2. skúlaskeiði kunnu næmingarnir fara í læru sum kokkar, kokkahjálparar, føðsluhjálparar, føðsluatstøðingar ella í yrkisútbúgving innan matvøru.
Tey, ið vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi.
Samstarvsavtala við EUC Nord
Skúlin hevur gjørt samstarvsavtalu við EUC Nord í Hjørring, sum tryggjar, at støðið og útbúgvingin verða dagførd.
Ársætlan
Útbúgvingin byrjar í august við 1. skúlaskeiði, sum endar við próvtøku seint í januar. Freistin at søkja inn á Matvøruútbúgvingina er á hvørjum ári 15. mars eins og til aðrar miðnámsútbúgvingar.
Upptøkukrav
Lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk) við nóg góðum úrsliti. Fyrimunir eru um umsøkjarin hevur royndir innan matyrki.