logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Gestarøðari, Mogens F. Petersen

 
























HT prógvhandan 21-06-2017


Tað er mær ein frægd at standa her í dag og síggja tykkum nýklaktu HT’ara. Í dag er tykkara dagur,
har tit fáa viðurkenning fyri lokið stríð, og prógv uppá at tit nú eru klárir til komandi avbjóðingar.
Prógvið tit í dag fáa handað, eiga tit fyri fyri lívið og gevur hetta tykkum góðar, fjølbroyttar
møguleikar og rætt til framhaldandi útbúgvingar.

Sjálvur stóð eg her í 2004 og kundi kalla meg tekniskan student. Eg minnist væl ta góðu kensluna at
standa her úti í Grøv eftir nøkur áhugaverd ár. Til tíðir strævin, onkur svøvnleys nátt, onkran tíma,
har man svav, annars nógvar góður løtur. Í dag 13, ár seinni, standi eg aftur her og kann bert
staðfesta, at HT gjørdist ein av grundarsteinunum í míni útbúgving og tískil lívsleið.

Nýklaktir studentar verða ofta róptir pisur. Ein pisa veit ikki av, at hon kann flúgva, men loypur hon
út av berginum og í gerðini uppdagar hon at veingirnir eru sterkir, og at hon kann flúgva. Tá eg fekk
handað prógvið, fann eg skjótt út av, at tøkniliga útbúgvingin hevði givið mær góðar og sterkar
veingir, og at heimurin nú stóð fyri durum.

Eg valdi at fara til Keypmannahavnar at lesa. Lestrartíðin á hægri útbúgvingum kann krevja nógv av
einum, men er samstudist lærurík, spennandi og minnilig. Tá eg líti aftur á, minnist eg eina
fantastiska tíð í lívinum. Tú fært ein størri sjónarring, holla vitan, og tú mennir teg bæði fakliga og
persónliga. Í hesi tíð gerst tú meira greiður yvir, hvat tú sjálvur ynskir og ert førur fyri. Nú er so
tykkara løta komin at taka við hesum.

Eftir loknan lestur stóð valið hjá mær millum at vera verandi í Danmark, fara longri burtur í heim,
ella aftur á klettarnar. Í dag búgvi eg á Geilini í Klaksvík saman við konu míni og 3 børnum, í
húsunum har eg eri uppvaksin. Konan er tannlækni, og hevur HT útbúgvingin eisini verið við til at
lagt lunnar undir hennara útbúgving og tískil givið okkum møguleika at búgva á hesum góða og
trygga stað.

Um tit so velja at útbúgva tykkum víðari í Føroyum ella uttanlanda, er tað týdningarmikið at hava
málið fyri eygað, men samstundis at njóta leiðina hartil. Mangan verður sagt, at lívið ikki er ein
spurtur, men eitt marathon. Og soleiðis er tað. Eyðkennið við einum marathon er, at tað er tungt
og strævið, man er noyddur at fyrireika seg væl og “paca” seg sjálvan, so man heldur til allan
teinin, men samstundis er tað vakurt og spenandi, umframt at tað er stórt og gevandi, tá ein
umsíðir kemur á mál. Tit hava fyrireikað tykkum væl í 3 ár og eru nú komin til startin, minnst til at
njóta tað, samstundis sum tit arbeiða fram ímóti málinum.

Undirvísingin á tøknibreytini er serlig ella brýtur frá á tann hátt, at lærugreinirnar verða royndar í
verki. Serligur dentur er lagdur á, at ein skal arbeiða baði sjálvstøðugt og í toymi. Hetta ber við sær,
at ein lærir at arbeiða og søkja neyðugu vitanina og at loysa tær uppgávur, ið krevjast av einum.
Eitt eldri orðatak sigur: Gev manni ein fisk, so er hann mettur fyri dagin. Lær hann at fiska, er hann
mettur fyri lívið. At arbeiða og hugsa sjálvstøðugt, er ein dygd, ið er felags góð fyri okkum øll,
óansæð hvussu ymisk vit eru, ella hvørja leið vit velja at fara.

Vit liva í eini tíð við stórum rembingum og tøkniligari menning. Hetta ger, at samfelagið hevur tørv
á servitan, sum ongantíð fyrr. Fyri góðari viku síðani var eg til ein fyrilestur hjá Jan Ziskasen, ið er
stjóri á Føroya Tele. Hann vísti á, at eitt nú tøknin í snildtelefonum (smartphones) endurnýggjast
fyri hvørjar 18 mðr. Tað vil siga, at fyritøkur, stovnar og virkir hava stóran tørv á fólki við servitan,
ið kunnu skapa eitt nútímans umhvørvi, lyfta tænastuna á eitt hægri støði og góðskutryggja
framleiðslu. Slík útvikling setir eisini stór krøv til at ein sjálvur dugur at nema sær ta neyðugu
vitanina.

Við eini útbúgving tryggja tit egnu framtíð tykkara, menna grundarlagið í samfelagnum, opna
nýggjar hurðar og vinnuvegir. Hetta viðvirkar til, at vit kunnu liva og støðast í Føroyum, ella hvar vit
so fara. Føroyingar hava altíð verið arbeiðssamir og hava duga at lívbjargað sær við tí lítla, ið er
tøkt. Men heimurin broytir seg alsamt, og tøknin spælir ein størri leiklut enn nakrantíð fyrr. Hetta
sást eisini aftur í Føroyum, og hava vit opnað eyguni fyri, at vit eisini kunnu vera við í broddinum
innan tøknina. Tá vit megna hetta, fáa vit eisini fleiri og sterkari bein at standa á.

Tvey lyklaorð innan tøkni er útvikling og nýmenning (innovatión). Eg trúgvi at ongin er betri til
hetta enn júst føroyingurin. Vit eru serfrøðingar til at tillaga okkum skiftandi umstøður og at
menna amboðini, alt eftir hvat krevst. Og tískil eru tit, ið standa her í dag sera væl stillaði, tit eru
ikki bert tøkniligir studentar, men eisini føroyingar.

Haldið fram við áræði og dirvi, hvat enn so stendur fyri framman, eisini um tit ikki er heilt vísir í
hvat tit ætla. Vit kunnu ikki vita alt, og tað skulu vit heldur ikki. Ein liður í tí heila er at arbeiða seg
fram og í tilgongdini læra hvat skal til fyri at eydnast. Syrgið bara fyri, at tannhjulini altíð mala og
ikki rusta til.

Tá eg var “yngri” íðkaði eg við Ægir (svimjifelagnum í Klaksvík) og hevði ein venjara, ið býtti
framburð ella framgongd upp í at verða 10 % talent (viðføddar gávur) og resterandi 90 %’ini hart
og málrættað arbeiði. Hann plagdi at taka til, at tað vóru 4 ting ið skulu til fyri at vinna: Íðka, øva,
trena og venja! At vera áhaldandi og málrættaður er eisini ein dygd, ið ger, at einhvør kann standa
seg væl, ið einari og hvørjari avbjóðing, ið er fyri framman.

Tit kunnu gott vera ernir av at standa her í dag, og eg eri vísur í at tykkara avvarandi eru errin av
tykkum. Sum sagt, tað ið tit nú hava í skjáttuni, gevur tykkum góðar, fjølbroyttar møguleikar og
kemur óivað at mynda framtíð tykkara.

Tillukku við próvnum, góða eydnu og góðan býr framyvir.
Takk fyri.
Mogens F. Petersen 21-06-2017


«2017»Today«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T W T F S S