logo

Lærari til Matvørudeildina .

26-03-2024

Deildin sóknast eftir einum tímalærara í kost- og føðsluyrkinum í tíðaravmarkaðum starvi frá 15.apríl – 21.juni 2024.

Førleiki  
Útbúgving sum kost-og føðsluatstøðari ella samsvarandi førleiki, kennir til Office-forrit og førleika og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í  kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum. 
Starvið 
umfatar undirvísing av 1.árs næmingum í matvøruyrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði. 
Setanartreytir  
eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Starvið er 20 undirvísingartímar/viku ella umleið 85 % av einum fulltíðarstarvið. 
  
Umsókn  
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 6. apríl 2024. 
  
Tímalærarin skal byrja í starvinum 15. apríl.  
  
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Magnus Norðberg, deildarleiðara, magnusn@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóri. 
 

Onnur tíðindi.