logo

Viðtøkur fyri Tekniska skúla í Klaksvík

Samsvarandi § 3, stk. 1, í lóg um yrkisskúlar, hevur Tekniski Skúlin í Klaksvík samtykt hesar viðtøkur fyri stovnin:

1. Heimstaður og endamál

Stk. 1. Tekniski Skúlin í Klaksvík er yrkisskúli, skipaður sum sjálvsognarstovnur við heimstaði í Klaksvíkar kommunu.

Stk. 2. Endamálið hjá stovninum sum yrkisskúli er at bjóða grundútbúgvingar, framhalds­útbúgvingar, eftirútbúgvingar, skeiðvirksemi, ráðgeving og tænastur, sum venda sær til náttúrligu áhugabólkarnar hjá skúlanum.

Stk. 3. Virksemið hjá stovninum skal samsvara við galdandi lóggávu, soleiðis at hann til hvørja tíð lýkur treytirnar fyri góðkenning sum yrkisskúli.

2. Samansetingin av stýrinum

Stk. 1. Við sjálvsognarstovnin verður valt eitt stýri. Stýrið hevur 6 limir, sum verða valdir fyri 4 ár – valskeiðið gongur frá 1. apríl til og við 31. mars eftir kommunuval. Fyri hvønn stýrislim verður ein varalimur valdur.

Stk. 2. Limirnir verða valdir soleiðis:

1. Viðkomandi yrkisfeløg á arbeiðsmarknaðinum velja tilsamans 4 limir við javnstórari umboðan av arbeiðsgevarum og løntakarum. Føroya Handverksmeistarafelag velur 2 limir og Føroya Handverkarafelag 2 limir.

2. Klaksvíkar Kommunan, har skúlin hoyrir heima, velur 1 lim.

3. Starvsfólkini á skúlanum velja 1 lim.

Stk. 3. Eitt umboð fyri næmingaráðið kann luttaka á stýrisfundum uttan atkvøðurætt.

Stk. 4. Skúlastjórin er skrivari hjá stýrinum og luttekur uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.

Stk. 5. Fyrsti fundur verður fyriskipaður av skúlastjóranum, og verður hildin sum skjótast eftir at valskeiðið er lokið.

Stk. 6. Stýrið skipar seg við formanni og varaformanni. Berst formanninum frá at koma á stýrisfund, tekur varaformaðurin fyribils formanssætið, og varamaðurin hjá formanninum tekur tá fyribils varaformanssætið.

Stk. 7. Tá eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu eisini fráboðast landsstýrismanninum.

Stk. 8. Eingin kann verða valdur til stýrislim eftir at hava fylt 67 ár.

Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri góðkenna eina aðra samanseting av stýrinum enn ta í stk. 2 nevndu.

3. Uppgávurnar hjá stýrinum

Stk. 1. Stýrið er ovasta leiðsla hjá stovninum. Stýrið ásetir eftir tilmæli frá skúlastjóranum ta árligu skránna fyri virksemið hjá skúlanum og góðkennir fíggjarætlan og roknskap.

Stk. 2. Stýrið skal virka fyri, at skúlin fer undir undirvísing, ráðgeving og aðrar tænastur, sum geva næmingum og fyritøkum víðfevnandi høvi til grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og framhaldsútbúgvingar innan virkisøkið hjá yrkisskúlanum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin setir og loysir skúlastjóran úr starvi eftir tilmæli frá stýrinum. Stýrið setir og loysir lærarar í føstum starvi eftir tilmæli frá skúlastjóranum. Skúlastjórin setir og loysir úr starvi onnur starvsfólk á skúlanum.

Stk. 4. Skúlin skal halda tær reglur um løn- og setanarviðurskifti fyri starvsfólk á skúlanum, sum eru ásettar í lógum, kunngerðum, rundskrivum og viðkomandi sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.

Stk. 5. Stýrið ásetir gjøllari reglur fyri virki og virkisøki hjá stýrinum og skúlastjóranum. Stýrið kann innan ásett øki og undir ábyrgdini hjá stýrinum heimila skúlastjóranum at fremja tær heimildir, sum stýrið annars hevur.

Stk. 6. Stýrið hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgd av rakstrinum av skúlanum, her­ímillum umsitingini av fíggjarliga stuðlinum, sum landsstýrismaðurin útvegar skúlanum.

4. Starvsskipanin hjá stýrinum

Stk. 1. Stýrið ásetir í starvsskipan gjøllari reglur um útinnan av sínum virki.

Stk. 2. Formaðurin boðar saman við skúlastjóranum til stýrisfundar. Formaðurin leiðir fundirnar. Boðast skal til fundar, um formaðurin ella minst 2 stýrislimir krevja hetta. Minst 4 stýrisfundir eru árliga.Uppskot um mál til fund skulu vera formanninum í hendi í góðari tíð, og seinast 14 dagar áðrenn fund.

Stk. 3. Stýrið er viðtøkuført, tá ið 4/6 av stýrislimunum eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Stk. 4. Til avgerð um broyting av viðtøkum, keyp, sølu ella veðseting av fastogn ella avtøku av skúlanum krevst, at minst 4/6 av stýrislimunum atkvøða fyri.

Stk. 5. Galdandi, almennar reglur um ógegni og tagnarskyldu eru galdandi fyri stýrið, leiðsluna og onnur starvsfólk á skúlanum.

Stk. 6. Avgerðir hjá stýrinum verða skrivaðar í gerðabók, sum skal verða góðkend á fundinum. Fundarfrásøgn verður send limum, varalimum og næmingaumboðnum, nevnd í § 2, stk. 1-3.

Stk. 7. Vanligar rættarreglur um endurgjald eru galdandi fyri stýrislimir, sum tó ikki hefta per­són­liga fyri fíggjarligu skyldurnar hjá skúlanum.

Stk. 8. Fundar- og ferðaútreiðslur í sambandi við starvið sum stýrislimur, verða goldnar av skúlanum eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.

5. Dagliga leiðslan á skúlanum

Stk. 1. Skúlastjórin er dagligi leiðari á skúlanum.

Stk. 2. Skúlastjórin skal ansa eftir:

  • at útbúgvingar og annað virksemi fara fram eftir galdandi reglum
  • at umstøðurnar til undirvísing eru fullgóðar
  • at fíggjarætlanin, sum stýrið hevur góðkent, verður hildin
  • at virksemið á skúlanum annars er í samsvari við almennar ásetingar, viðtøkurnar hjá skúlanum og ávísingum frá stýrinum 

Stk. 3. Skúlastjórin skal:

  • virka fyri lagaligum og hóskiligum samstarvi millum skúlan, aðrar útbúgvingarstovnar, almennar myndugleikar, vinnulívið og onnur
  • fáa í lag gott samstarv millum starvsfólk og leiðslu og starvsfólkabólkar sínámillum til gagns fyri virksemið á skúlanum við atliti at útbúgvingum og tænastum

Stk. 4. Skúlastjórin ger stýrinum uppskot til virkisskrá fyri komandi undirvísingarár.

Stk. 5. Tá undirvísingarárið er endað, gevur skúlastjórin stýrinum skrivliga frágreiðing um virksemið á skúlanum í farna ári.

6. Roknskapur og grannskoðan o.a.

Stk. 1. Í roknskaparviðurskiftum eru reglurnar um almenna roknskaparhaldið galdandi.

Stk. 2. Roknskaparárið er almanakkaárið.

Stk. 3. Stýrið setir og loysir grannskoðaran úr starvi.

Stk. 4. Roknskapurin hjá stovninum skal setast upp í tveimum:

1. ein serskiltur roknskapur verður gjørdur fyri stuðulin, sum landsstýrismaðurin útvegar skúlanum til alment, góðkent undirvísingarvirksemi og

2. ein serskiltur roknskapur fyri virksemið, sum ikki kemur undir pkt. a).

Stk. 5. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skulu á hvørjum ári verða send lands­­stýris­­manninum.

7. Undirskrivingarrættur

Stk. 1. Stýrisformaðurin ella skúlastjórin skriva undir vegna skúlan eftir tí, sum er fyriskrivað í § 3, stk.5.

Stk. 2. Til keyp, sølu, veðseting, langtíðarleigu ella aðra binding av fastognum hjá stovninum krevst, at minst 4/6 av stýrislimunum skriva undir. Landsstýrismaðurin skal góðkenna keyp, sølu, veðseting, langtíðarleigu ella aðra binding av fastognum, sum tað almenna er ein partur av.

Stk. 3. Ognir hjá stovninum skulu bert nýtast til at fremja endamálið við skúlanum. Rakstrar­­peningur skal, neyðugur kassapeningur undantikin, setast á tryggan hátt í banka, sparikassa ella á girokonto. Øll virðisbrøv hjá skúlanum skulu standa í navninum hjá skúlanum.

Stk. 4. Hesar viðtøkur skulu tinglýsast sum ræðisavmarking á ognunum hjá skúlanum.

8. Avtøka

Stk. 1. Avgerð um at taka skúlan av verður tikin av stýrinum, samanber § 4, stk. 4, eftir tilsøgn frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Til at skipa fyri avtøkuni verður ein 3-manna avtøkunevnd sett, hvørs limir verða tilnevndir av landsstýrismanninum. Stýrið skjýtur upp 2 limir til avtøkunevndina og heimstaðar­komm­unan skjýtur upp 1 lim.

Stk. 3. Áðrenn avtøkunevndin setir í verk tiltøk viðvíkjandi bygningum, útgerð og øðrum virðum hjá skúlanum, skal landsstýrismaðurin góðkenna hesi tiltøk.

Stk. 4. Tá ið fulnaður er fingin fyri øllum rættarkrøvum, verður eitt møguligt avlop eftir avgerð hjá landsstýrismanninum nýtt til undirvísingar-/útbúgvingarendamál.

9. Gildiskoma

Stk. 1. Hesar viðtøkur hava gildi frá 1. apríl 1999.

Stk. 2. Fyrsta valskeiðið gongur frá 1. apríl 1999 til og við 31. mars 2001.

Stk. 3. Hesar viðtøkur eru góðkendar av avvarðandi landsstýrismanni og kunnu ikki broytast uttan samtykt frá landsstýrismanninum.

Stk. 4. Samstundis sum hesar viðtøkur verða settar í gildi, fara viðtøkurnar frá 13. november 1985 úr gildi.