Skilhaldsreglur.
Almennar skilhaldsreglur
Á TSK skulu næmingar og starvsfólk samstarva fyri at fremja eitt gott undirvísingarumhvørvi, ið hevur við sær, at øll kunnu hugsavna seg um læring.
Av næmingum og starvsfólki verður væntað:
- at vit møta stundisliga
- at vit eru fyrireikaði til undirvísingina
- at uppgávur verða latnar inn til ásettu tíð
- at vit luttaka í undirvísingini
- at vit hava frálærutilfarið við til undirvísingina
- at næmingar og starvsfólk luttaka í tiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.
- at rudda upp eftir sær tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
- at seta koppar, gløs og annað aftur í matarhøllina, ella har tað hoyrir heima
- at seta stólar upp undir borðið har hetta er gjørligt
- Lærari kann burturvísa næmingi úr tímanum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi.
- Næmingur kann fáa ávaring frá leiðsluni, ið næmingurin skrivliga skal vátta á serligum oyðublaði.
- Næminginum kann verða noktað at luttaka í ávísum virksemi.
- Næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið, og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
Teldur, teldlar og telefonir
Næmingar skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði eftir boðum frá læraranum.
Heitur matur og matpakkar
Heitur matur og matpakkar skulu etast í kantinuni. Fløskur, pappír o.a. skal beinast í ruskspann ella annað ávíst stað.
Royking
Royking fer fram á ávístum økjum har ílat er til øsku og stubbar.
Rúsdrekka/rúsevni
Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlan ella at møta upp ávirkaður.
Reinur og ruddiligur skúli
Hvør einstakur næmingur og lærari hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a:
Parkering
Parkering skal einans fara fram á parkeringsøkinum í uppmerktum básum. Áhaldandi brot kann føra til ávaring og burturvísing.
Myndir og upptøkur
Tað er ikki loyvt at taka myndir ella gera upptøkur av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.
Happing
Tað verður ikki tolt at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.
Frávera
Fer fráveran hjá einum næmingi upp um 5%, fær næmingurin eina munnliga ávaring frá deildarleiðaranum. Fer fráveran upp um 7%, fær næmingurin eina skrivliga ávaring frá økisleiðaranum, og fer fráveran upp um 10%, verður næmingurin innkallaður til eina samrøðu við skúlastjóran. Samrøðan kann føra til burturvísing.
Frávera hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan, kunnu í mesta lagi verða burtur frá undirvísingini 10 skúladagar í einum skúlaári. Fellur fráveran saman við próvtøkum, má serstøk avtala gerast við Próvstovuna.
Brot á skilhaldsreglurnar
Agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglunar kunnu fevna um:
Næmingurin kann burturvísast frá skúlanum. Um næmingurin hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.
Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk