logo

Matvørubreyt.

3 ár og 9 mðr.

Útbúgvingin til kokk tekur 3 ár og 9 mánaðir og kann nú takast á TSK.

Útbúgvingin til kokkahjálpara tekur 1 ár og 6 mánaðir.

Skúlagongdin til kokkaútbúgvingina og kokkahjálparaútbúgvingina er skipað soleiðis:

· Kokkaútbúgvingin:

· 1. skúlaskeið er 20 vikur, og skeiðið endar við roynd.

· Fyri at byrja 2. skúlaskeið krevst góðkendur lærusáttmáli.

· 2. skúlaskeið er 10 vikur.

· 3. skúlaskeið er 10 vikur.

· 4. skúlaskeið og sveinaroynd er 7 vikur.

 

· Kokkahjálparaútbúgvingin:

· 1. skúlaskeið er 20 vikur, og skeiðið endar við roynd.

· Fyri at byrja 2. skúlaskeið krevst góðkendur lærusáttmáli.

· 2. skúlaskeið er 10 vikur.

· Við endan av lærutíðini er próvtøkuroynd í skúlanum.

    Bygnaður av matvøruútbúgvingini

    1. skúlaskeið byrjar tvær ferðir árliga; í august og í januar. Við endan av 1. skúlaskeiði er roynd. Í 1. skúlaskeiði læra næmingarnir breitt innan matvøruøki. Umframt ymsar verkligar lærugreinir í køkinum eru eisini ástøðiligar og almennar lærugreinir. Tær almennu lærugreinirnar eru føroyskt og náttúrulæra á E-stigi. Eisini eru samfelagsfrøði, heilsulæra, kostfrøði, føðslufrøði, reinføri og søla & tænasta partar av skúlagongdini.

    Eftir 1. skúlaskeið mugu næmingar hava góðkendan lærusáttmála á góðkendum læruplássi fyri at kunna taka 2. skúlaskeið. Góðkend lærupláss kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

    1. skúlaskeið á Matvørubreytini gevur eisini víðari atgongd til hesar útbúgvingar: Bakara, kondittara, tænara, gourmétslaktara og føðsluatstøðing. Tó mugu seinnu skúlaskeiðini til hesar útbúgvingar takast í Danmark.

    Samstarv við aðrar Norðurlendskar matvøruyrkisskúlar

    Skúlin hevur samstarv við matvøruyrkisskúlar í Danmark, Íslandi og Norra, sum tryggjar, at støðið og útbúgvingin verða dagførd.

    Ársætlan

    Útbúgvingin kann byrja á læruplássi ella skúla. Skúlagongdin byrjar í august ella í januar við 1. skúlaskeiði og endar við roynd. Freistin at søkja inn á Matvørubreytina er á hvørjum ári 15. mars, eins og freistin til aðrar miðnámsútbúgvingar.

    Sí tíðarætlanina her

    Upptøkukrav

    Lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk) við nóg góðum úrsliti. Um umsøkjarin hevur royndir innan matyrkið, er tað ein fyrimunur. Um næmingur hevur góðkendan lærusáttmála, er hann tryggjaður upptøku til 1. skúlaskeið.

Lærarar.