logo

Um tað ikki ber til at møta í skúla av onkrari orsøk, ella um skúlagongdin verður avlýst, verða fylgjandi mannagongdir fylgdar:

·       Fyri veður: Um skúlagongdin verður avlýst fyri veður, so boðar skúlastjórin frá hesum á teams-bólkinum sum eitur ”TSK Starvsfólk og næmingar”.

·       Fyri forfall: Um lærarin ikki fær møtt, og undirvísingin verður avlýst, so verður hetta boða frá á teams-bólkinum hjá flokkinum.

·       Um næmingurin ikki fær møtt fyri sjúku ella annað, so skal hann boða deildarleiðaranum frá umvegis teams ella teldupost. 

Øll frávera verður tald við, men um næmingurin hevur sjúkraváttan, so verður hon skrásett sum loyvd frávera. Sama er galdandi fyri úrvalsítrótt, um skúlin fær umbøn frá sersambandi.