Filmsverkætlan um tey 17 ST-heimsmálini

Fyrsti flokkur á Tøknibreytini, T1, arbeiður í løtuni við einari tvørfakligari verkætlan, har tey gera ein film um minst tvey av teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum (ST). Hesi 17 heimsmálini skulu fyri ár 2030 kunna skapa ein betri heim. Átakið um tey 17 heimsmálini byrjaði í 2015 og í millum teirra eru t.d. mál um at basa fátækradømi, góðska í útbúgving, javnstøða millum kynini, veðurlagsátøk osfr.

Filmurin verður eisini ein partur av eini kapping, sum NÁM skipar fyri og møguleiki er fyri at vinna 30.000 kr.

Onnur tíðindi