TØKNIBREYTIN

Tøknibreytin er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á tøknibreytini royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, soleiðis at hann seinni verður tær til fyrimunar.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru vanligar á tøknibreytini.

Undirvísing
Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum, har tú roynir skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar.

Samanhald
Á tøknibreytini verður ymiskt gjørt fyri at gera samanhaldið so gott sum gjørligt. Millum annað útferðir, har fyrstaársnæmingarnir gista onkustaðni í Føroyum, har tað verður spælt, kappast, gjørt mat o.s.fr.
Triðjaársnæmingarnir á tøknibreytini fara á námsferð uttanlands, har teir hugna sær saman og gera ymiskt fakligt.

Framtíðar møguleikar
Møguleikarnir við einum gymnasialum tøkniprógvi eru nógvir. Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla sær at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, læknavísindi, miðlar o.a. Við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.

 

“Tøknibreytin er nakað fyri teg, sum ofta fært góð hugskot og ert forvitin eftir at royna tey í verki

Forvitnast tú eftir, hvussu heimurin er skrúvaður saman, og hvussu teori og heimurin hanga saman? 

Ert tú áhugaður í náttúruvísindi, tøkni, samskifti ella KT? 

Dámar tær at fáa vísindaligar avbjóðingar og skilja samspælið millum náttúruvísindi og tøkni? 

Dámar tær at fara í djúpdina við náttúruvísindi, eitt nú alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella støddfrøði? 

Dámar tær at arbeiða á starvsstovu, royndarstovu ella á verkstaði? 

So er tøknibreytin heilt vist nakað fyri teg” 

 

 

Søk her