SERBREYT

Serbreytin á TSK er eitt 4 ára skúlatilboð, ið tekur útgangsstøði í hvørjum einkultum næmingi. Skúlagongdin verður tillagað til hvønn einstakan næming og teirra førleikar, soleiðis at næmingurin mennist og fær avbjóðingar, ið hóska til hann.

Fyrsti flokkurin á Serbreyt á TSK byrjaði í august 2016, og í skúlaárinum 2018-2019 ganga 12 næmingar á Serbreytini.

Grundhugsjón Serbreytarinnar
Grundhugsjónin er at fata um næmingar, ið hava ynski um at nema sær førleikar innan handverksyrkið, men ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan. Høvuðsdentur verður lagdur á eina tænastubreyt, har næmingurin lærir ymiskt innan tænastuøkið og fær serkunnleika innan eina valda yrkisleið. Serbreytin á TSK er innan handverksyrkini matvøru ella timbur.

OCN-skipanin
Næmingurin verður førleikamettur eftir OCN skipanini. Tað er ein skipan, ið skjalprógvar bæði fakligar og sosialar kunnleikar og førleikar hjá hvørjum einkultum næmingi. Umframt í Føroyum verður OCN skipanin eisini brúkt m.a í Stórabretlandi, Noregi, Grønlandi og Danmark.

 

 

Søk her