Lærupláss

Ein partur av útbúgvingini hjá lærlinginum fer fram á einum arbeiðsplássi, har lærlingurin er í læru, meðan hin parturin av útbúgvingini verður tikin við skúlagongd.

Læruplássið og lærlingurin gera sáttmála og senda síðani Yrkisdeplinum eintak av lærusáttmálanum. Yrkisdepilin sendir skúlanum sáttmálan og lærlingurin verður síðani innkallaður til skúlagongd á TSK.

TSK kallar lærlingar inn til skúlagond tvær ferðir um árið – fyri jól og áðrenn summarferiuna.

Les meira her