Sveinar fáa prógv

Í dag, 3. juni, fingu 22 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 12 í elektrikarafakinum og 10 í maskinfakinum.

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Suni Simonsen frá Føroya Handverkarafelag.

TSK ynskir lærlingum, læruplássum og avvarandi hjartaliga til lukku á degnum.

Maskin-flokkurin, frá vinstru:

Aron Sámuel Reyná, Áki Johannesen, Børge Petersen, Magnus Pauli Hammer, Dávid Eysturtún Nielsen, Cecilia Wigant Eysturdal, Jóhan Vang Vilhelm, Kjartan Utvær Marsten, Elias Hansen og Tórstein Eltør.

El-flokkurin, frá vinstru:

Johannes Berthelsen, Pætur Herason Pállsson, Pætur Dalheim Kristiansen, Súni Josephsen, Bjarti Nielsen, Jákup Danielsen, Ragnar Bjartalíð Danielsen, Jan Eli Ragnarsson, Hannis Jansson Matras, Høgni Skoradal, Oddmar Tróndheim og Aron Højgaard.

Onnur tíðindi