Sveinar fáa prógv

Í dag fingu 22 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 10 í eletrikarafakinum og 12 í timburfakinum.

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Heri Kjærbo frá Articon.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum.

Onnur tíðindi