Sveinar fáa prógv

Fríggjadagin 13. desember fingu 10 sveinar prógv á TSK í maskinfakinum. Úrslitini vóru sera góð. Nógv fólk komu til hátíðarløtuna, og Esther Dahl, HR- og HTU-leiðari á KSS, helt røðu.

Á floksmyndini, sum sæst omanfyri, standa frá vinstru Beinir Unason Nón, Fuglafjørður, í læru hjá Petur Larsen, Guðlaugur H. Johansen, Klaksvík, í læru hjá Klaksvíkar Kommunu, Rani Isaksen, Klaksvík, í læru hjá TTS, Alvi Kristiansen, Runavík, í læru hjá Pomek, Pól Eyðfinn Poulsen, Klaksvík, í læru hjá TTS, Sunnvar G. Hansen, Syðrugøta, í læru hjá KJ-Hydraulik, Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík, í læru hjá KSS, Suli Linduson Zhang, Fuglafjørður, í læru hjá KJ-Hydraulik, Ragnar Thomsen, Klaksvík, í læru hjá KSS, Ian Klein, Fuglafjørður, KJ-Hydraulik.

Onnur tíðindi