Sveinar fáa prógv 11.12.2020

Fríggjadagin 11.12.20 hava 11 lærlingar staðið sveinaroyndina sum elektrikarar og 10 lærlingar sum maskinsmiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Hóast tiltakið var merkt av Corona-tilmælum, gjørdist løtan hugnalig og heiðurlig við felagssangi og røðum.

Gestarøðari hjá elektrikarunum var Eyðun Hansen, stjóri í El Talvuvirkinum, og gestarøðari hjá maskinsmiðunum var Regin Olsen, næstformaður í maskinmeistarafelagnum.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukku.

Elektrikarar:

Frá vinstru: Ísak J. Tróndheim – TTS, Bogi Eyðunsson Hansen – ETV El-Talvuvirkið, Jóhannus Johannessen – LM Electric, Dávur Ingemarson Højgaard – Elektrikarin, Sonni Højgaard – JT-Electic, Per Louis Strømsten – ETV El-Talvuvirkið, Hallgrím Gregersen Hansen – JT – Electric, Hendrikkur Davidsen – Elcon, Adrian Mouritsen – ETV El-Talvuvirkið, Óli Abrahamsen – NCC, Hjálgrímur Sumberg Djurhus – El-Teknik.

 

Maskinsmiðir:

Frá vinstru: Jógvan Absalon Matras Absalonsen – Klaksvíkar Sleipistøð, Sørin Kallsgarð Sørensen – Petur Larsen, Benjamin Gertsson Norðoy – Klaksvíkar Sleipistøð, Hallur Nielsen Højgaard – Univice, Jákup Lydersen – KJ-Hydaulik, Hans Jákup Venned – Klaksvíkar Sleipistøð, Rógvi Beder – Petur Larsen, Ari Eliasen – TTS, Jón Ryan Petersen – Klaksvíkar Sleipistøð, Teitur Lamhauge – Mest.

Onnur tíðindi