Stakgreinalestur

Stakgreinalesandi fylgja undirvísingini eftir somu treytunum sum onnur lesandi. Tey fylgja undirvísingini í flokkum ella í valbólkum.

Undirvísingin í teimum einstøku lærugreinunum endar við próvtøku eftir somu reglum sum fyri onnur lesandi, og undirvísingin skal fylgja somu reglum um útbúgvingartíð og næmingatíð sum fyri onnur lesandi.

Stakgreinalesandi skulu hava støðumet, samstundis sum flokkurin ella valbólkurin, tey eru í, fær støðumet.

Hevur lærugreinin skrivliga próvtøku, skal tann stakgreinalesandi í síðstu lestrarhálvu hava møguleika at fara til skrivliga roynd undir próvtøkulíknandi umstøðum.

Stakgreinalesandi, sum ætlar at taka eitt samlað prógv, skal skriva breytaruppgávu og breytarverkætlan.

Vilt tú vita meira um stakgreinalestur, kanst tú seta teg í samband við lestrarvegleiðingina ella við at trýsta á her.

 

Sjálvlesandi og stakgreinalesandi innskriva seg her.