So er jólaevnisvikan byrjað

HT og Serbreyt hava vikuna fyri jólaferiuna jólaevnisviku saman. Evnið er “grøn jól”.

Við heitinum “grøn jól” vilja vit taka eginleikarnir fyri grøna litin fram. Grønt er liturin fyri ungdóm, náttúru og góða heilsu. Liturin umboðar vøkstur/gróður, náttúru, pening, fruktbæri og tryggleika. Liturin gevur hvíld, er dámligur fyri eyga og verður sagdur at hava eina lekjandi megi.

Í Føroyum kenna helst allir næmingar til, at vit leggja ein grønan dúk á borðið, tá ið munnlig próvtøka er – og tað er ikki uttan orsøk.

Í teimum komandi døgunum fara næmingarnir m.a. at arbeiða á ymiskum verkstovum, dansa line-dance og skoyta á skoytubreytini á Bisopstorgið.

Á myndini sæst Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur og professari, sum greiður frá um jólini fyrr og nú fyri lærarum og næmingunum á HT og Serbreyt.

Onnur tíðindi