Skrivstovufólk til TSK

Starv sum avloysari fyri skrivstovufólk í fyrisitingini á skúlanum er leyst at søkja.

Tíðarskeiðið er frá 12. august 2020 til 30. juni 2021.

Tú kemur, saman við roknskaparfólki og stjóra, at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og heim.

Á skúlanum eru seks undirvísingareindir: Tøknibreytin, Matvøru-, Metal-, El- og Timburútbúgvingin og Serbreyt við hvør sínum deildarleiðara. Hartil matarhøll og skúlaheim.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Fíggjarstýring undir stjóranum
  • Fyrireiking og umsiting av próvtøkum
  • Vanliga málsviðgerð
  • Tryggja samskifti millum skúla, myndugleikar og kundar
  • Tænastur í avgreiðsluni

 

Vit vænta:

  • At tú hevur skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting
  • Hevur áhugað í at menna tínar førleikar
  • Hevur góðan kunnleika til KT
  • Ert eldhugað, opin og jalig
  • Brennur fyri støðugari persónligari menning
  • Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
  • Hevur góð evni til samstarv
  • Kanst arbeiða við skiftandi uppgávum og
  • Trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

 

Vit bjóða

  • Eitt skiftandi og avbjóðandi starv
  • Eitt starv har tú sjálv kanst forma uppgávurnar
  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagaðar og næmingar

 

Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið flokkað í III-7.

Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 20.mai kl.12.00.

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Heygavegur 1A

FO-700 Klaksvík

http://tsk.fo

Aðrar tilvísingar