Sjálvlestur

Sjálvlesandi kann í einari miðnámsútbúgving innskriva seg til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum til summarpróvtøkuskeiðið í seinasta lagi 15. mars. Er bæði skrivlig og munnlig próvtøka í einari lærugrein, kann næmingurin skriva seg inn til próvtøku í báðum hvør sær.

Innskrivingin kostar 300 kr. fyri hvørja próvtøku, hetta er ein trygd, sum verður goldin tær aftur, eftir at tú hevur verið til próvtøku. Trygdin verður ikki afturgoldin, um tú ikki møtir til próvtøku ella meldar frá eftir 15. mars.

Tú fært tilboð um fakliga vegleiðing, antin sum einstaklingur ella í bólki saman við øðrum.

Um tú ætlar at taka fult prógv, skalt tú skriva breytarverkætlan.

Vilt tú vita meira um sjálvlestur, kanst tú seta teg í samband við lestrarvegleiðingina ella við at trýsta á her.

 

Sjálvlesandi og stakgreinalesandi innskriva seg her.