Røðan hjá Honnu Jensen til sveinarnar

Góðu tit øll – lærarar, avvarðandi og sveinar – og góðu próvtakarar! 

Hjartaliga tillukku, nú tit um eina løtu fáa prógvið uppá, og tit av røttum kunnu kalla tykkum handverkarar. Tit hava lokið eina góða útbúgving, hava fingið breiða vitan um tykkara serøki og drúgvar arbeiðsroyndir í tykkara lærutíð.

Tað er av sonnum ein stórur dagur. Og tað er eisini stórt, at vit í Føroyum hava skipað samfelagið soleiðis, at ein frí og dygdargóð útbúgving stendur øllum frítt í boði, og at tað bara er upp til okkum sjálvi at velja eftir hugi og hegni.

Í fýra ár hava tit stríðst. Nú hava tit staðið sveinaroyndina, og tit fáa um eina løtu prógvið. Tað er stórt og hátíðarligt.

Men – sum tit so væl vita – so er prógvið í sær sjálvum bara eitt pappír. Tað hjálpir tykkum í gongd, nú tit skulu út at søkja arbeiði ella stovna tykkara egna.

Men hereftir verður hvørt einasta arbeiði, tit átaka tykkum at meta sum ein sveinaroynd – ein próvtøka, sum avdúkar tykkara evni – og kanska serliga – tykkara arbeiðslag og tykkara hjartalag.

***

Lat meg siga tykkum eina stutta, sigandi søgu.

Einaferð var tað ein handverkari. Tíðirnar vóru ringar, og hann var fátækur. Hann og familjan búðu illa, og tey høvdu lítlan møguleika fyri at broyta síni kor.

So var ein arbeiðsgevari, sum bað hendan handverkaran koma til arbeiðis.

– Kanst tú smíða mær eini hús, spurdi arbeiðsgevarin.

– Tú skalt bara brúka gott tilfar, og eg vil hava, at húsini skulu vera sera væl gjørd.

Handverkarin tók av.. Men sum hann fór undir arbeiðið, byrjaði ein keðilig kensla at nørast. Hann var øvundsjúkur inn á arbeiðsgevaran, ið bara soleiðis uttan víðari kundi byggja sær eini nýggj hús av besta tilfari – hann hevði jú eini góð hús frammanundan.

Sjálvur mátti hann spinka og spara, búði í einum vánaligum húsum og hevði ongan møguleika at sæta sær og familjuni betri.

Og øvundsjúkan bara vaks, sum hann arbeiddi. Hann bleiv beiskur og líkaglaður – og tað forðaði honum í at vera nærlagdur – hansara beiska hjartalag forstýraði hansara arbeiðslag, og hann livdi ikki upp til síni evni.

Hann keypti ikki tað besta tilfarið og legði líka í, um vinklarnir vóru skeivir og alt ikki var púra tætt. Við vilja snýtti hann og sjuskaði.

Brátt vóru húsini liðug.

Arbeiðsgevarin takkaði honum fyri arbeiðið – og við aðrari hondini rætti hann honum ein posa við pengum.

– Ger so væl, segði hann – Her er lønin, sum vit avtalaðu. Men so rætti hann eisini hina hondina fram: Og her er skeytið til húsini – tey eru tíni.

Handverkrin svølgdi. Allatíðina hevði hann havt eina skeiva fatan av arbeiðsgevaranum. Allatíðina hevði hann latið sína egnu øvundsjúku skuggað yvir tí, sum hann visti, var rætt. Tað hevði fingið hann til at sjuska og snýta – men nú skilti hann, at hann ikki hevði snýtt nakran annan enn seg sjálvan.

***

Vit menniskju verða støðugt vigað og dømd út frá okkara gerðum. Bæði tí, sum vit gera professionelt og fakligt, men sanniliga eisini, hvussu vit eru sum menniskju.

Tí hesi bæði hanga óloysiliga saman. Okkara virði, okkara hugsunarháttur – okkara mura – skínur altíð ígjøgnum – eisini í tí arbeiðinum, vit gera.

Soleiðis er tað hjá tykkara lærarum, tykkara sveinum og okkum politikarum.

Gerningurin stendur altíð eftir og talar fyri eftirtíðini um dygdir, virðir og hvønn ómak, vit gera okkum.

Og tí eiga vit altíð at leggja okkum eftir at gerast betri og mennast fakliga – alt lívið.

Og tað er bara betur, um vit eisini leggja okkum eftir at bøta um hjartalagið og verumátan samstundis. Vit mugu ikki vera ov stór til at viðganga feilir – og vit mugu samstundis ikki vera ov smá til at tora at standa við tað, vit duga og vita.

***

Tað, sum tit nú fáa prógv uppá at duga og vita, er ómetaliga týdningarmikið – sama um tit koma frá træ, el ella metal.

Tit og tann arbeiðsmarknaðurin, tit umboða, hava ein ómissandi týdning, tá vit tosa um at menna Føroyar enn meira.

Vit hava góðar møguleikar at gera okkum nógv meira galdandi. Tað, at vit liggja her í Norðuratlantshavi og eru við í samstarvinum við Arktis, gevur óteljandi vinnu-og samstarvsmøguleikar.

Hugsa vit um Føroyar sum maretiman tænastudepil – sum er eitt av okkara týdningarmiklu strategisku málum – so tørvar okkum her tykkara hjálp. Tykkara hugflog og tað, at tit tora at hugsa út um kassan, so vit kunnu menna nýggjar loysnir, nýggjar vinnur, nýggjar veitarar og undirveitarar. Takið lut!

Arbeiðsmegi tykkara og vitan kunnu føra vinnurnar her á landi enn longur fram og enn longur út um tey mørk, vit nú kenna – við nýmenning, nýhugsan og nýggjum arbeiðsplássum. Takið land!

Og eg heiti á tykkum um eisini at mynda samfelagið enn meira við at blanda tykkum í heimliga kjakið. Sigið okkum tykkara hugsan og tykkara uppskot til semjur og loysnir. Vísið okkum, sum snakka allatíðina, hvussu heimurin sær út úr tykkara sjónarhorni við kjaki og lesarabrøvum. Takið ábyrgd!

***

Eg segði í áðni, at hereftir verður hvør einasta uppgáva tykkara, sum ein sveinaroynd.

Tí sum handverkarar vita tit, at sjálvt um tit gera eitt arbeiði fyri onkran annan, sjálvt um onkur annar rindar fyri tykkara arbeiðsorku og vitan – so arbeiða tit eisini altíð fyri tykkara egna umdømi, hvørjaferð tit gera eitt arbeiði.

Og umdømið hevur kanska serliga nógv at siga í einum lítlum landi, sum Føroyum, her slaturin gongur skjótt – bæði tann góði og tann ringi.

Og eisini uttanlands hevur tykkara umdømið týdning. Tað er gull vert fyri tykkum, at tykkara undangongumenn og – kvinnur hava slóðað fyri, og at tit nú – bara við at vísa tykkara føroyska prógv – eisini eru fevnd av hesum góða umdøminum uttanlands. Minnist til tað – og gerið tit eisini tykkara til at røkja tað – bæði fyri dugnaskap innan sjálvt handverkið, men sanniliga eisini fyri hjartalagið og arbeiðslagið. Leggið tykkum eftir at vera dugnalig, men hartil smidlig, lagalig og løtt at hava við at gera.

Tí í mun til tíðirnar, vit nú liva í, eru hesar dygdirnar: at vera smidligur, at vera lagaligur og lættur at hava við at gera, eisini gull verdar.

Tað er soleiðis vorðið í dag, at tá børn byrja í 1. flokki, so vita vit ikki, hvat tey koma út til eftir loknan fólkaskúla, tí tíðirnar broytast so skjótt.

Og bara hesi seinastu árini, meðan tit hava verið í læru, eru hendar ófatiligar broytingar, fyri ikki at siga kollveltingar.

Evni sum umhvørvi, grøn orka, plastdálkingog náttúrudálking fylla nógv meiri í dag. Og hvør veit, hvussu verður um fýra ár frá í dag?

Allur heimurin leitar eftir nýggjum loysnum, grønum loysnum, góðum loysnum.

Og føroyingar kunnu eisini vera við í dystinum um bestu loysnirnar, tá tað kemur til grøna orku, til burðardygd og til minni dálking.

Kanska verður tað ein tykkara, sum fær tað heilt góða hugskotið, sum fer at broyta heimin. Ella kanska kunnu tit – saman við undanfarandi og komandi ættarliði – spakuliga flyta okkum rætta vegin, eina lítla loysn fyri og aðra eftir.

Tí skal føroyskur útbúgvingarpolitikkur altíð vera frammalaga og satsa uppá góðar og viðkomandi yrkisútbúgvingar. Tí arbeiða vit støðugt við at gera bestu skipanir millum lærupláss og skúlaskeiðini, við at menna kunning og vegleiðing um yrkisútbúgvingar, við at útvega nýggja útgerð og tøkni, við at lata upp fleiri dyr til víðari læru og lestur, við einum javnari lærlingatali hvørt ár – og við at menna nýggju kappingina millum lærlingar: FM fyri handverkslærlingar.

***

Kendi munkurin og halgimenni, Frans av Assisi, skal hava sagt soleiðis:

Hann, ið arbeiðir við sínum hondum, er ein arbeiðsmaður.

Hann, ið arbeiðir við sínum hondum og sínum høvdi, er ein handverkari.

Hann, ið arbeiðir við sínum hondum, sínum høvdi og sínum hjarta er eitt listafólk.

Munurin snýr seg um, hvat tit sjálvi leggja í arbeiðið. Tað snýr seg um innsats og um hugburð. Hvørja ferð.

Handverkarin, sum eg byrjaði við at siga tykkum um, var ein arbeiðsmaður. Hann var beiskur og tað forðaði honum í at arbeiða við høvdinum og tí góða hjartalagnum. Og hann snýtti ongan annan enn seg sjálvan.

So gerið tykkum ómak, leggið hjartað í, saman við tykkara góðu vitan og handalagi, so fer tað at gangast tykkum væl.

Lat meg enda við orðunum hjá tí vísa Sálomin kongi í Halgubók:

Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!​

 

​Takk fyri – og hjartaliga til lukku!

 

Onnur tíðindi