Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun næmingurin hevur rokkið teimum málum og krøvum, sum ásett eru í teimu einstøku lærugreinunum.

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi skulu 3  vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar. Verkætlanin í tøkni A telur sum ein skrivlig próvtøka.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlanin, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.