Prógvhandan – Timburlærlingar á TSK

Friggjadagin 26.09.20 hava trettan lærlingar staði sveinaroyndina, innan timburyrki á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Hóast tiltakið var nakað merkt av korona-tilmælum, við tað at luttøka var avmarkað, gjørdist løtan hugna- og heiðurlig við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesuferð var Poul Jóhannes Joensen , sum er byggifrøðingur hjá Malltek.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukku á degnum.

 

 

Frá vinstru: Jordan Andreasen – KBH, Jákup B Jacobsen – Articon, Andrias D Joensen – Articon, Hans E Mikkelsen – TJ Smíð, Hjalti Strømsten – Búsetur, Aron G Joensen – Kanjon, Hilmar H Højgaard – KBH, Ólavur Niclasen – Malltek, Áron Sørensen – Articon, Malbergur Frederiksberg – Byggiráð, Kristian G Joensen – Malltek, Rúni Skarðhamar – TN Bygging, Heðin Nielsen – TN Bygging.

 

Onnur tíðindi