Prógvhandan fyri pisunum á Tøknibreytini

Í gjár var prógvhandan úti í Grøv; veðrið var av tí allar besta, og nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini.

Klaksvíkar Hornorkestur spældu nøkur løg, og Helma Maria Tróndheim helt røðu. Eli Syderbø, næmingur, helt næmingarøðuna fyri pisurnar.

Síðani var boðið til kaffi og køkur á TSK, har Victoria Absalonsen, lærari í føroyskum, segði nøkur orð.

Olgar Fuglø fekk handað heiðursprógv, blómur og gávukort fyri besta prógvið á Tøknibreytini. Harumframt fekk Torkil Eyðunsson Lisberg heiðurin sum hjálpsamasti næmingur.

Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.

Á floksmyndini síggjast pisurnar og frá vinstru á aftaru rað síggja vit: Jógavn Terjason Poulsen, Gestur Ákason, Fríði Elisson, Ivan Josephsen, Mikkjal Petersen, Dávid Danielsen, Olgar Fuglø, Torkil Eyðunsson Lisberg, Sjúrður Poulsen.

Á fremru rað frá vinstru síggja vit: Jógvan Østerø, Tórur Williamsson, Mattias Kjær, Oddur Joensen, Bjarni Bogason Vinther, Edna Jakobsen, Eli Syderbø, Teodor Jacobsen, Jákup Flóvinsson, Pætur av Reyni Jakobsen.

Onnur tíðindi