Prógvhandan fyri pisunum á Tøknibreytini

Í dag var prógvhandan fyri teknisku studentunum á TSK. Vanligt er, at prógvhandanin er úti í Grøv, men orsakað av veðrinum vórðu vit noydd at halda løtuna inni á skúlanum. Nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini, og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum.

 

rður Toftum Petersen, fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, helt røðu og hugleiddi um, hvør munurin er á skúlagongdini nú, og tá hann gekk á HT í 90’unum.  

Rutt Hjelm Gregersen og Oddvør Jospehsen, næmingar úr HT3a, hildu næmingarøðuna fyri pisurnar. 

 

Rannvá Eyðunsdóttir úr HT3a og Sjúrður Joensen úr HT3b fingu heiðursprógv og blómur fyri hægsta miðalkarakter og besta prógv í hvørjum flokki Tey høvdu flottar miðalkarakterir upp á 11,0 og 11,7. 

Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum. 

 

HT3a 
Frá vinstru á aftara rað eru: Daniel Fonsdal Mikkelsen, Jóhan Anthoniussen, Dávið Hentze, Heini Poulsen, Sam Gleðisheygg, Julian Hansen, Ingi Abrahamsen, Tóki Klakk Olsen.
 

Frá vinstru á fremra rað eru: Rannvá Eyðunsdóttir, Bjørg í Norðnastovu, Rutt Hjelm Poulsen, Oddvør Josephsen, Marjun Elida í Gong. 

 

HT3b 
Frá vinstru á aftara rað eru: Bjarki Fróðason í Eyðansstovu, Pætur Turðiarson Skipanes, Magnus Dansson Olsen, Samuel Gregersen, Hans Johannesen, Per Johannesen, Sjúrður Joensen, Magni Jón Djurhuus.
 

Frá vinstru á fremra rað: Hans Haraldur Klæmintsson, Jóhanna Skorheim, Erla Christiansen, Rannvá Danbjørg Heinesen, Jetta Svøðstein, Tóra Mohr, Pól á Rógvu.

Onnur tíðindi