Prógvhandan fyri næmingum á Serbreytini

Í dag, 22. juni, hava teir fyrstu næmingarnir, ið hava lokið 4 ára miðnám á Serbreytini á TSK, fingið prógv. Hátíðarløta var fyri næmingum, foreldrum og avvarandi á skúlanum og Maiken Skarðenni, ið var við til at seta serbreytirnar í Føroyum á stovn, helt gestarøðu.

Vit ynskja næmingunum hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr framyvir. 

Frá vinstru: Daniel Johan Joensen, Julian Johannesen, Martha Hansen, Karin M. Simonsen, Martin í Funningsstovu, Petur Sólsker. 

Onnur tíðindi