Pallborðsfundur á TSK

Nú styttist til løgtingsvalið, sum verður tann 31. august, og í tí sambandi hava samfelagsfrøðinæmingar á Tøknibreytini saman við lærara teirra Kjartan Gaard Sleire skipað fyri pallborðsfundi, har umboð frá øllum flokkunum greiddu frá teirra sjónarmiðum. Høvið var eisini at seta umboðunum spurningar um eitthvørt. Í høvuðsheitum varð tosað um útbúgvingar – bæði bókligar og handaligar – dupultmandat, lønarviðurskiftini hjá lærlingum og studning til næmingar undir 18 ár.

Onnur tíðindi