OPIÐ-HÚS leygardagin 5.mars

Leygardagin 5. mars kl. 10 – 14 bjóðar TSK almenninginum at vitja skúlan. Tiltakið er serliga viðkomandi fyri komandi næmingar.

Næmingar á gymnasialu tøknibreytini skipa fyri verkstovum, har teir greiða frá ymiskum verkætlanum, ið teir hava gjørt. Eisini ber til at kanna BMI, blóðtrýst, vekt og lungnakapasitet.

Á skúlanum ber til at tekna seg til rundvísingar, har næmingar vísa runt og greiða frá um skúlan. Høvið verður at síggja lestrarumhvørvið og at tosa við lestrarvegleiðarar.

Serbreytin bjóðar ókeypis kaffi og nýbakaðar vaflur. Høvið verður at kunna seg um serbreytina og hitta næmingar og starvsfólk. Eisini skipar serbreytin fyri TROM-myndakapping har vinningurin er eitt páskaregg.

Matvørudeildin bjóðar brellbitar og suppu. Kostnaðurin fyri brellbitar og suppu er 100kr/persón. Atgongumerki fáast við gjaldskorti í skúlans avgreiðslu.

Borðreitt verður 3 ferðir og pláss er fyri í mesta lagi 40 hvørja ferð:

  • 11:15 – 11:45
  • 12:15 – 12:45
  • 13:15 – 13:45

Á skrivstovuni ber til hjá næmingum og avvarðandi at fáa hjálp at skriva umsóknina.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Onnur tíðindi