Nýggjur samleiki

Vit eita nú TSK.
Tað, sum fyrr var Tekniski Skúlin í Klaksvík, er nú TSK, og í hesum sambandi hava vit fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu, sum verður gjørd almen í dag.

Soleiðis sigur Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi, um nýggja búmerkið:

Vit síggja ein kringul við fýra opum. Inni í hesum kringi stendur navn skúlans, TSK. Opini hava hvassar oddar báðumegin við, sum eru líka sum spírar, ella sum opnar dyr.

Teir hvøssu spírarnir, teir mongu litirnir, og tann rundi formurin, geva búmerkinum eina kenslu av blóming — at okkurt spírar fram og blómar. Henda spíring gongur út í allar fýra ættir út frá TSK.

Rúmið, sum TSK stendur inni í, er skúlin sjálvur. Rundi formurin merkir, at skúlin er ein fullfíggjað heild, har eingin partur vantar. Tær fyrstu tríggjar dyrnar og formar umboða timbur, el, og maskin, sum eru elst í skúlanum. Fjórðu dyrnar og fjórði formurin umboðar aðrar deildir, herundir tøknibreyt, serbreyt og matgerðarlist. Grøni liturin ber boð um grøði, blóming og umhvørvi. Tøknibreyt er umboðað í øllum fýra formunum, og serbreytin partvís — sum enn er. Deildir, sum kunnu koma afturat í framtíðini, eru umboðaðar í teimum fýra pørtunum, og annars í heildarrúminum, har TSK stendur. Dyrnar umboða bæði inn- og útgongdir, tað er: byrjað og lokin skúlagongd.

Heildarformurin í búmerkinum minnir um ymisk ting: Dreyibonkur, fresari, skrúva, blóma, elektrisk ringrás við fýra kontaktum. Eisini minnir tað um leidningar, tí tú hevur brúnt, blátt og appelsingult, sum eru litir á leiðarum í leidningi.

Sum heild kann sigast, at búmerkið er ein abstrakt lýsing av virksemi skúlans í síni heild, tí hvar ið formarnir minna um mangt, sum tengist virksemi skúlans, so er tað ikki ein avgjørd mynd av nøkrum av hesum tingunum framum nakað annað.

Teir fýra fjórðingarnir í ringinum merkja eisini ársfjórðingar, semestur, og ár. Teir merkja eisini tær fýra ættirnar, sum næmingar koma úr, og sum teir fara aftur í, eftir lokna útbúgving.

Tað, at ringurin hallar, gevur boð um, at hann melur og er livandi. Hetta er skúlaárið, sum ferðast í ring, endurnýggjast, og ferðast í annan ring.

 

Onnur tíðindi