logo

Kokkakapping á TSK .

16-08-2024

Leygardagin verður Sjómannadagurin karmur um fyrstu kokkakappingina nakrantið í Føroyum. Talan er um kappingina Arctic Young Chef, sum NORA – Norrønt Atlantssamstarv - skipar fyri í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag.

Kappingin byrjar kl 10.30 leygarmorgunin, tá ið fyrsti kokkurin fer til komfýrin og grýturnar. Fimm ungir kokkar eru við í kappingini, sum er partur av eini størri norðuratlantiskari kapping. Vinnararnir í Íslandi og Grønlandi eru klárir, og um hálvan september verður norski vinnarin funnin.

Stóra finalan verður í Hørpu í Íslandi sum partur av altjóða arktisku ráðstevnuni Arctic Circle Assembly í oktober. Kappingin í Klaksvik er á kokkaskúlanum í Tekniska Skúla í Klaksvik.

Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka staðbundnar stuttfluttar rávørur, herundir summar, ið ikki verða so oftani brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar haute cuisine rættir, soleiðis at hesir eitt nú kunnu gerast heima ella og kantinum, sum gera mat til fleiri, td. skúlar, barnagarðar og annað.

Til hvørja kapping eru krøv um hvørjar rávørur kokkarnir skulu brúka. Í Føroyum eru meginrávørurnar skrubba og saltfiskur, men umframt tað skulu teir eisini eitt nú brúka tara, hvítamai, hvíta og føroyska dild.

Vinnarin vinnur sær sæti í finaluni í Íslandi í oktober, umframt 10.000 krónur.

Meir kunning um kappingina og luttakararnar sæst á: www.ayc.fo & Arctic Young Chef á Facebook.

 

Fólk eru vælkomin á TSK at fylgja við kappingini. Kappingin byrjar kl. 10:30

Myndir.

Onnur tíðindi.