Næmingar á matvørubreytini gera mat til hátíðarhaldið hjá Norðoya Sparikassa

 

Í sambandi við at Norðoya Sparikassi fyllur 100 ár verður stórt hátíðarhald hildið, fyri bæði vaksin og børn, í KÌ-høllini og Badmintonhøllini leygardagin 28. september 2019 frá kl. 14:00 til 18:00.

Í KÍ-Høllini verður borðreitt við fjølbroyttum munnbitum úr sjónum, sum næmingar á matvørubreytini á TSK standa fyri, saman við kokkinum, Gutta Winther, umframt at køkur og annað gott verður at fáa, meðan í Badmintonhøllini verður borðreitt við onkrum góðum til børnini.

Hetta er sera mennandi og spennandi fyri okkara næmingar, og sera nógv fólk væntast at koma til hátíðarhaldið leygardagin. Í løtuni ganga 21 næmingar á matvørubreytini.

Onnur tíðindi