MATVØRA

Matvøruútbúgvingin á TSK bjóðar 4 útbúgvingar: gastronomhjálpari, gastronomur, føðsluhjálpari og føðsluatstøðari.

Bygnaður av matvøruútbúgvingini
Allir næmingar byrja fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar. Her læra næmingarnir breitt innan matvøruøki. Umframt ymsar verkligar lærugreinir í køkinum, eru eisini ástøðiligar og almennar lærugreinir. Tær almennu lærugreinirnar eru føroyskt og náttúrulæra á E-stigi. Eisini eru samfelagslæra, heilsulæra, kostfrøði, føðslufrøði, reinføri og søla og tænasta ein partur av skúlagongdini.

Eftir 1. skúlaskeið fara næmingarnir 10 vikur í starvsvenjing. Teir sum útbúgva seg til føðsluhjálpara og føðsluatstøðara fara í starvsvenjing í eini kantinu, einum stórkøki ella á einum sjúkrahúsi, og teir sum útbúgva seg til gastronom ella gastronomhjálpara fara í starvsvenjing á eini matstovu. Eftir starvsvenjingina koma næmingarnir aftur í skúla í 10 vikur.

Eftir lokna próvtøku á 2. skúlaskeiði kunnu næmingarnir fara í læru sum gastronomar, gastronomhjálparar, føðsluhjálparar, føðsluatstøðingar ella í yrkisútbúgving innan matvøru.
– Tey, ið vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi.

Samstarv
Skúlin hevur gjørt samstarvsavtalu við EUC Nord í Hjørring, sum tryggjar, at støðið og útbúgvingin verða dagførd.

Gastronom (kokkur) og gastronomhjálpari
Útbúgvingin til gastronomhjálpara tekur 1½ ár. Skúlagongdin fer fram á TSK. Útbúgvingin til gastronom tekur 3 ár og 7 mánaðir.

Gastronomhjálparaútbúgvingin (1. og 2. skúlaskeið) og gastronomútbúgvingin (3. og 4. skúlaskeið) kunnu takast á TSK.

  • skúlaskeið er 20 vikur, og skeiðið endar við próvtøku.
  • skúlaskeið er 20 vikur, og er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við próvtøku.
  • Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd.
  • Lærutíðin eftir 2. skúlaskeið til gastronomhjálpara er 38 vikur. Lærutíðin er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, og av hesum eru 2 vikur próvtøka á skúlanum.

 

Føðsluhjálpari og føðsluatstøðari
Útbúgvingin til føðsluhjálpara (ernæringshjælper) tekur 1½ ár. Skúlagongd fer fram á TSK. Útbúgvingin til føðsluatstøðing (ernæringsassistent) tekur 3 ár.

Føðsluhjálparaútbúgvingin (1. og 2. skúlaskeið) og føðsluatstøðingaútbúgvingin (3. og 4. skúlaskeið) kunnu takast á TSK.

  • skúlaskeið er 20 vikur. Skeiðið endar við próvtøku,
  • skúlaskeið er 20 vikur, og er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við próvtøku.
  • Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd.
  • Lærutíðin eftir 2. skúlaskeið til føðsluhjálpara er 38 vikur. Lærutíðin er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, og av hesum eru 2 vikur eftirmeting á skúlanum.


Ársætlan
Útbúgvingin byrjar í august við 1. skúlaskeiði, sum endar við próvtøku seint í januar. Freistin at søkja inn á Matvøruútbúgvingina er á hvørjum ári 15. mars eins og til aðrar miðnámsútbúgvingar.

Upptøkukrav
Lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk) við nóg góðum úrsliti. Fyrimunir eru um umsøkjarin hevur royndir innan matyrki.

 

Søk her