Leygardagin 1.februar er OPIÐ HÚS á TSK

Tekniski Skúlin er alment opin frá kl.10 til kl.14. Øll við áhuga fyri útbúgvingum og sum vilja kunna seg um skúlan eru vælkomin.

Lærarar og næmingar eru til reiðar at svara spurningum um útbúgvingar og um skúlaumhvørvið.

HT-útbúgvingin vísir fram ymiskt forvitnisligt í royndarstovunum, ger samfelagsvísindaligar og sálarfrøðiligar kanningar og næmingar undirhalda við tónleiki í felagsøkinum.

Vitjandi eru vælkomin at heilsa upp á næmingar á El-deildini, Maskindeildini, Timburdeildini, Serbreytini og Matvørudeildini, sum eru í verkligari undirvísing.

Næmingar á Matvørudeildini bjóða til buffé. Kostnaður fyri vaksin er 130 kr., børn undir 15 ár 50 kr. og undir 5 ár ókeypis.

 

Onnur tíðindi