Lærupláss sum føðsluhjálpari á TSK

Tekniski Skúli í Klaksvík sóknast eftir lærlingi innan føðsluøkið til kantinukøkin at byrja 17.august.

Læruplássið er treytað av læruplássgóðkenning frá Yrkisnevndini.

Um umsøkjarin hevur lokið fyrsta skúlaskeið í matvøruútbúgvingini á 20 vikur, 10 vikur starvsvenjing og fyrsta skúlaskeið innan føðsluøkið á 10 vikur, er lærutíðin 6 mánaðir. Umsøkjarar við hesum førleika hava fyrimun.

Løn og arbeiðstíð verður ásett eftir sáttmála millum Kost-& føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Send umsókn á runih@tsk.fo í seinasta lagi týsdagin, 28. juli.

Spurningar kunnu sendast til runih@tsk.fo.

 

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Postboks 20

FO-700 Klaksvík

 

www.tsk.fo

Aðrar tilvísingar