Jón, fyrsta føroyska OCN-prógv

Jón Niclasen skrivaði í dag søgu, sum fyrsti føroyski næmingurin á Serbreytini, sum hevur lokið OCN-prógv. “Open College Network” er eitt prógv sum fæst í samstarvi millum skúla og starvsvenjing ella lærupláss. Endamálið er at næmingurin fær eitt fult gildugt prógv fyri sínar førleikar, sum ger tað møguligt hjá næminginum at søkja arbeiði.

Jón, sum er ættaður úr Miðvági, byrjaði skúlagongdin á Tekniska Skúla í Klaksvík í august 2016.

Umframt OCN-prógvi hevur Jón eisini lokið prógv sum gastronomhjálpari við góðum avriki.

Skúlin ynskir Jón til lukku og bestu eydnu framyvir.

Onnur tíðindi