Gist og Vist og Smyril Line á vitjan á matvørudeildini

Í gjár hevði matvørubreytin vitjan frá Gist og Vist og Smyril Line. Umboð frá teimum greiddu m.a. næmingunum frá, hvørjir møguleikar eru innan føðslu- og kokkayrkið, hvørjar matstovur eru, arbeiðstíðir og hvørjir møguleikar eru at gerast lærlingur – bæði á sjógvi og landi, eitt nú umborð á Norrønu.

Næmingar høvdu gjørt okkurt lætt til matna til tey vitjandi. Tað var ein sera áhugaverd vitjan ☺️

Onnur tíðindi