Fyrrverandi næmingur vorðin jarðfrøðingur og maskinmeistari

Jim á Horni gekk á Tøknibreytini og bleiv liðugur í 2004. Niðanfyri greiðir hann frá yrkisleið síni:

Eftir miðnámsútbúgving á Tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík eri eg útbúgvin sum jarðfrøðingur og maskinmeistari. Eg havi arbeitt nógv ár sum jarðfrøðingur á Jarðfeingi og arbeiði í dag sum maskinmeistari á smoltstøðini hjá MOWI á Hellunum.

Tøkniliga miðnámsútbúgvingin hevur givið mær eitt sera gott grundarlag til báðar útbúgvingarnar. Serliga haldi eg, at tvørfakliga arbeiði við verkætlanum, har tað bókliga og tað handaliga verða samantvinnað, hevur hjálpt mær væl, bæði við útbúgving og arbeiði.

Onnur tíðindi