Fyrrverandi næmingur leiðari á lívfiskaframleiðsluni hjá Bakkafrost

Fyrrverandi næmingur á Tøknibreytinini, Jonhard Eysturskarð, er leiðari á lívfiskaframleiðsluni hjá Bakkafrost. Hann hevur eftir lokna skúlagongd á HT tikið eina Master of Science og Ph.d. í mikrobiologi.

Hann starvaðist sum granskari og deildarleiðari á Fiskaaling í fleiri ár, har hann m.a. var við til at finna fram til, hvussu ein finnur kynið á laksi við at taka DNA.

Áðrenn hann gjørdist leiðari á lívfiskaframleiðsluni hjá Bakkafrost, hevur hann m.a. arbeitt á universitetinum í Tróndheimi og á INOVA. Hann hevur eisini granskað í krabbameinskyknum og barnasjúkum á sjúkrahúsinum í Hillerød.

Sostatt hevur Tøknibreytin latið upp dyr og møguleikar fyri næmingum sum Jonhardi og fleiri afturat.

Onnur tíðindi