Foreldrafundur hjá fyrstaársnæmingunum á Tøknibreytini

Í gjár var foreldrafundur fyri foreldrunum hjá fyrstaársnæmingunum, T1, á Tøknibreytini.
Næmingarnir greiddu foreldrunum frá, hvat tey arbeiða við í ymsu lærugreinunum, millum annað máldu tey blóðtrýst , gjørdu roynd í lívfrøði og alisfrøði og hoyrdu um tvørfakligu verkætlanina í tøknifrøði og samskifti, har arbeitt verður við at gera ein fim útfrá heimsmálunum.

Onnur tíðindi