Faklærarar til Timburdeildina

Vit leita eftir einum lærara til fast starv og einum tímalærara til næsta skúlaár, sum kunnu kveikja og menna ungar næmingar til timburyrkið.

Samstarv, eldhugi, opinleiki, viðurkenning og hugsjónir um fakliga og námsfrøðiliga menning eru hugtøk, sum vit leggja dent á.  Faklærarin skal virka fyri at skapa virðing fyri skúlanum og skal hava hug og hegni at undirvísa.

Førleiki
sveinabræv sum timburmaður við minst 5 ára vinnulívsroyndum.  Tað er ein fyrimunur, um tú hevur nakað av KT-førleika.

Starvið umfatar
undirvísing av næmingum og lærlingum í timburyrkinum.

luttøku í toymisarbeiði, námsfrøðiligari útbúgving og fakligari eftirútbúgving.

Setanartreytir
eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Bæði størvini eru fulltíðarstørv og svara til vanliga arbeiðsviku og frítíð eftir nevnda sáttmála.

Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo ella

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Postboks 20

700 Klaksvík

í seinasta lagi 28. mars 2019.

Eftir ætlan skulu lærararnir byrja í starvinum 29. apríl.

Eru spurningar um starvið, so kann ringjast til Sjúrð Sólstein, deildarleiðara ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.

Aðrar tilvísingar