Í vár varð arkitektakapping útskrivað í sambandi við gerð av aulu til Tekniska skúla í Klaksvík, umframt umvælingar í hesum sambandi í verandi bygningi.
Í farnu viku varð vinnandi uppskotið avdúkað. Mikudagin 15. juni 2022 var samkoma í miðlasavni skúlans, har Páll Holm Lave frá BRIM arkitektum greiddi frá vinnandi uppskotinum, umframt at Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki, stutt greiddi frá teimum 5 uppskotunum, ið komu inn til kappingina. Eisini hevði Rúni Heinesen hugleiðing um týdningin av slíkum hentleika til vaksandi virksemi á skúlanum.Ætlaða aulan ella samkomuhøllin er í uppskotinum umleið 480 m² til støddar, umframt at umvælingar skulu gerast í verandi bygningi, so økið verður ein samanhangandi og funktionel heild. Í vanligu uppsetingini verða umleið 260 sitipláss, umframt aðrar møguleikar.
Í kappingini luttóku:
Arkitektar ’99/Arkitek
Fuglø ark.
SNA ark.
Zeta Architects
umframt vinnaran BRIM arkitektar.
Í næstum skal landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, taka støðu til um farast skal víðari og í tí sambandi gera ráðgevarasáttmála við BRIM arkitektar um verkætlanina.