Almennar skilhaldsreglur

Á TSK skulu næmingar og starvsfólk samstarva fyri at fremja eitt gott undirvísingarumhvørvi, ið hevur við sær, at øll kunnu hugsavna seg um læring.

Av næmingum og starvsfólki verður væntað,

– at vit møta stundisliga
– at vit eru fyrireikaði til undirvísingina
– at uppgávur verða latnar inn til ásettu tíð
– at vit luttaka í undirvísingini
– at vit hava frálærutilfarið við til undirvísingina
– at næmingar og starvsfólk luttaka í tiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.