28 lærlingar fáa prógv

Í dag, 18. juni, fingu 28 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 7 í elektrikarafakinum, 10 í timburfakinum og 11 í maskinfakinum.

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Karstin Joensen frá Elcon.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum.

Maskin-flokkurin, frá vinstru:
Karl Emil Lervig (Mest), Andrias Klein (Pomek), Oluf Djurhuus (KSS), Mialy R. Zachariasen (Mest), Óli Poulsen (Áway Service), Samuel Gunnarstein (KSS), Gestur Hans Ternustein (Mest), Heðin Hávarsá (TTS), Niklas R. Højgaard (Mest), Tommy Karlsen (TTS) og Naja Ritter Aa (Pomek).

El-flokkurin, frá vinstru:
Eyðun Jacobsen (Elcon), Ólavur Weihe (LM Electric), Helgi Simonsen (EL-IN), Marjus á Marknagili Debes (EL-Service), Óli Gregersen (TTS), Bojan Elek (Elcon) og Jákup Hansen (Maskinhandilin).

Timbur-flokkurin, frá vinstru:
Torleivur A. Rasmussen (Malltek), Jóannes Hendrikur Juul (Norðsetur), Rúni Joensen (Malltek), Elias Debes (Norðsetur), Anna á Fløtti Anthoniussen (Norðhús), Jákup I. Bech (Kanjon), Bent Johnny Olsen (Byggivirkið KBH), Karl A. Løkin (Heildarverk), Silas Ejdesgaard (Jóhan Petur Vang) og Rói Kalsø Danielsen (Malltek).

Onnur tíðindi