1. flokkur, T1, á HT vunnið filmskapping 👏🏼🎬

1.flokkur á Tøknibreytini, T1, arbeiddi herfyri við einari tvørfakligari verkætlan, har tey gjørdu ein film um nøkur av teimum 17 heimsmálunum hjá ST.

Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini og T1 var ein av teimum, sum vunnu kappingina. 🏆

Filmurin eitur “Gang ein túr” 🚶‍♂️ og grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar:

“Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan útgangstónleik, sum er viðkomandi fyri evnið. Fyri avrikið fær Tekniski skúli í Klaksvík”

Onnur tíðindi