Matvørubreytin á Viðareiði

Hósdagin vóru næmingar á Matvørubreytini á TSK á Viðareiði og hugdu at, meðan tey flettu. Hjá onkrum var hetta forkunnugt, men onnur ofta høvdu ofta verið við, tá tað varð flett. Næmingarnir sluppu eisini at royna seg, um tey høvdu hug. Onkur royndi at tumma, og onkur annar helt í, meðan tað bleiv skivað. Joen Jacob Heinesen, bóndin, dugdi avbera væl at greiða frá. Hann fortaldi, hvussu partar av krovinum eita, og hvørjar siðvenjur eru í sambandi við fletting. Hann greiddi eisini frá, at aðrir og skjótari flettingarháttir eru nýttir seinastu árini. Næmingarnir fingu ein góðan og læruríkan dag.

 

Onnur tíðindi