Komandi næmingar

TSK ynskir øllum komandi næmingum vælkomnum á skúlan.

Í mun til aðrar útbúgvingar, kanst tú her royna tína bókligu vitan í verki, og hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á so hann seinni verður tær til fyrimunar. Tað er okkara vón, at tú fert at trívast væl á skúlanum, og at tú fert at brúka allar tínar møguleikar fyri at fáa sum mest burtur úr okkara lærarum og hentleikum.

Fyri at koma inn, skalt tú hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans við nóg góðum úrsliti í alis- og evnafrøði, enskum, føroyskum og støddfrøði.

Áðrenn skúlaársbyrjan skalt tú:

  • søkja stuðul frá Studna við Mínboks – www.studni.fo og www.minboks.fo
  • boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina
  • søkja inn á skúlaheimið, um brúk er fyri tí
  • krossa av, hvørjar bøkur tú ynskir at keypa frá skúlanum

 

Gott at vita:

  • umsókn um upptøku fer fram á www.innskriving.fo. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. mars
  • bussar koyra til og frá skúlanum. Meiri kunning er á www.ssl.fo
  • fyrsti skúladagur er 19. august