Uppmøting og Innlating
Uppmøting:
Allir næmingar og lærlingar hava møtiskyldu.
Øll frávera verður skrásett. Nærkast hon 10% verður givin munlig ávaring. Um uppmøtingin ikki batnar, so verður givin skrivlig ávaring.
Tá fráveran er komin uppá 15% sleppur næmingurin ikki upp til vanliga próvtøku í viðkomandi lærugrein. Heldur fráveran fram, so verður næmingurin burturvístur frá skúlanum.
Uppgávur:
Næmingar og lærlingar skulu lata inn uppgávur, verkætlanir o.a. til ásettu tíð.
Brot á hesar reglur kann viðføra, at næmingurin ikki sleppur upp til próvtøku í viðkomandi lærugrein.
Annars væntar skúlin at tann einstaki næmingurin er virkin í undirvísingini og øðrum virksemi á skúlanum.





