logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Um skúlan

Søgan
Í 1936 taka framskygdir klaksvíkingar – handverkarar og meistarar – stig til sjálvsognarstovnin, Tekniska Skúla í Klaksvík. Fremsta málið er, at leggja lunnar undir eini skipaðari undirvísing, soleiðis at handverkið í økinum kemur uppá eitt norðurlenskt støði. Beinanvegin verður skúlin skipaður í danska skúlafelgsskapin. Árini frammanundan, hevur motorpassaraskeið verið hildið í bygdini.

Fram til 1953, tá bygningurin við Skúlaveg verður tikin í brúk, verður undirvíst í leiðaðum hølum. Og til 1960 er bara talan um kvøldskúla í vetrarhálvuni. Í 1976 verður fyrsta byggistig, Skúlaheimið við Borðoyarvík tikið í nýtslu. Tann seinast útbyggingin vestanfyri Skúlaheimið, sum umfatar víðkan av maskindeilini, nýggj timbur- og el-deild, verður tikin í nýtslu 1989.

Virksemi 2006
Í august 2006 byrja 75 nýggir SIT og HT næmingar á skúlanum umframt eini 15 nýggir lærlingar. Hetta er størsta tilgongdin nakrantíð.

Í mun til fyrstu árini eru SIT- og HT-úbúgvingin broyttar munandi:

Ein SIT-næmingur kann eftir hann hevur gingið 1 ár velja um hann heldur fram á SIT2 ella finnur sær eitt lærupláss. Næmingarnir kunnu velja ímillum El, Maskin og Timburyrkið.

HT-útbúgvingin, sum er gymnasial er íalt uppá 3 ár. Umframt fjølbroytt valfak, so hevur næmingurin møguleika at velja ímillum ymsar breytir. Nevnast El-, Maskin-, Træ-, Miðlar og Prosess & Matvørutøkni.

Hølisviðurskifti
Sum heild má sigast, at skúlin er snotiligur og rúmsháttur. Við útgerð og hentleikum er hann á hædd við framkomnar skúlar í grannalondum okkara. Tó so, ferðin innan tøknimenningina økist ár um ár. Skal skúlin fylgja við, so er á hvørjum árið neyðugt við nýíløgum. Hartil eru høliskrøvini til tær nýggju tøkniútbúgvingarnar ørvísi. Neyðugt er tí við nýmótansgerð og útbyggingum.

Ì ár stendur skúlin fyri nýbygging. Verkætlanin umfatar umleið 1000 nýggjar fermetrar til HT-útbúgvingina umframt felagshølir til aðrar næmingar. Eftir ætlan er byggingin liðug um árskiftið 07/2008.

Vitanartilfeingið
Á stovninum eru í alt 29 ársverk, herav undirvísarar, 19 ársverk. Innan undirvísing starvast verkfrøðingar, cand mag., cand scient, maskinmeistarar og handverkarar við tøknisergreinum innan maskin-, el- og timburyrkið. Men neyðugt er, at skúlin fylgir námsfrøðiligu og tøkniligu menningini. Á hvørjum árið verður nógv orka og peningur brúktur til eftirútbúgving av undirvísarum.

Hvar liggur leiðin?
Tøkniútbúgvingarnar, SIT og HT eru nú um fermingaraldur. Fyrstu árini vóru tær merktar av rembingum. Men Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur frá byrjan sæð virðið í hesum og lagt stóra orku í at stimbra SIT og HT-útbúgvingunum. Nú sjógvarnir hava lagt seg, eru hesar útbúgvingarnar viðurkendar og vælumtóktar her á landið og til framhaldandi lestur á donskum lestrar stovnum.

Eftirútbúgving til vinnuna

Regluliga býður skúlin seg fram til undirvísingartænastur til lokala tænastu- og vinnulívi og til einstaklingar. Tað verið seg innan kunningartøkni og eftirútbúgving av handverkarum.

Nýggjar tíðir - fast samband við meginøkið

Nú fast samband er millum Norðoyggjar og meginøkið, er Tekniski Skúlin í Klaksvík í eini ørvísi støðu. Tunnilsmunnin og buss-bíði-pláss er tætt við skúlan. Hetta ger, at skúlin liggur sera høgliga fyri.

Við einum breiðum vitanarstøði - bókligt og handaligt - millum undirvísararnar, liggur í kortinum, at Tekniski Skúlin í Klaksvík verður ein viðkomandi vitanardepil í sínum vinnuøki og fær sínar sergreinir í føroyska samfelagnum.


«2017»Today«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T W T F S S