Skúlaumhvørvi
Skúlaumhvørvi
Vit leggja stóran dent á, at næmingurin trívist í og eftir skúlatíðina.
Vit ásanna, at trivnaður er treytin fyri einum góðum lestrarumhvørvi.
Tað verður kravt, at næmingurin møtir til undirvísing, ger áløgd avrik til ásettu tíð og er virkin í skúlanum.
Men hinvegin hevur næmingurin stóra ávirkan á undirvísingina og annars øll viðurskifti á skúlanum.
Andakt
Er áhugi millum næmingar, skipa tey sjálvi fyri andakt í fríløtum.
Næmingaráðið
Næmingurin kann gera sína ávirkan galdandi í gjøgnum næmingaráðið og í teimum regluligu eftirmetingunum. t.d. hava næmingar og lærarar í felag sett í verk ein roykipolitikk.
Roykipolitikkur
Eins og á øllum almennum støðum, er ikki loyvi at roykja á skúlanum.





